Nú skínur sólin bjarta

แชร์
ฝัง
  • เผยแพร่เมื่อ 4 ก.พ. 2025
  • Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð,
    hon lívgar blómurnar á foldum vaksa;
    nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð,
    og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.
    Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong,
    til dagsins yrki fer hann nú so lættur;
    og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong,
    hann vitjar til ungar sínar aftur.
    Mítt eyga hevur notið ein tryggan, góðan blund,
    í Harrans hond so søtt eg havi sovið;
    Guds undurverk eg skoði í hesi morgunstund,
    við songi eg Gudi mínum lovi.
    Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Gud,
    mær givið evni til títt verk at skoða;
    fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út,
    - nú sólin í fjøll og líð man roða.
    Orð: Símun av Skarði
    Lag: C.E.F. Weyse
    Sang: Sigrid
    Klaver: Erla Bech Nolsø
    Upptøka og sett saman: Árni Øregaard
    Upptøkustað: Ebenezer

ความคิดเห็น •