Ríða ediling
ฝัง
- เผยแพร่เมื่อ 4 ก.พ. 2025
- Sangspæl, har gentur og dreingir standa í hvør sínum raði yvir av hvørjum
øðrum.
Dreingirnir byrja og dansa við stevi til føroyskan dans fram ímóti gentunum
og bakka aftur upp á pláss.
Tá genturnar síðani svara, dansa tær á sama hátt fram ímóti dreingjunum
og bakka aftur upp á pláss.
Seinasta ørindið dansa genturnar og dreingirnir fram samstundis. Á
miðjuni taka tey undir arm, dansa við stevi eina ferð runt og bakka so aftur
upp á pláss.
Fram ríður offur,
fram ríður edilingur,
fram ríður hovmans edilingur,
fram ríða kongsins menn allir.
Hvat vil offur,
hvat vil edilingur,
hvat vil hovmans edilingur,
hvat vilja kongsins menn allir.
Biðla vil offur,
biðla vil edilingur,
biðla vil hovmans edilingur,
biðla vilja kongsins menn allir.
Hvør er offur,
hvør er edilingur,
hvør er hovmans edilingur,
hvørjir eru kongsins menn allir.
Trælur er offur,
trælur er edilingur,
trælur er hovmans edilingur,
trælir eru kongsins menn allir.
(Her er frítt at velja: er biðilin skipari, keypmaður, prinsur,
handverkari,
bóndi, skraddari, o.s.fr.)
(Um hann fær krakk)
Ríð burt, offur,
ríð burt, edilingur,
ríð burt, hovmans edilingur,
ríðið burt, kongsins menn allir.
Vreiður ríður offur,
vreiður ríður edilingur,
vreiður ríður hovmans edilingur,
vreiðir ríða kongsins menn allir.
(So byrjar kvæðið av nýggjum)
(Um gentan vil hava hann til mann)
Tak við offur,
tak við edilingi,
tak við hovmans edilingi,
takið við kongsins menn allir.
Glaður ríður offur,
glaður ríður edilingur,
glaður ríður hovmans edilingur,
glaður ríða kongsins menn allir.