Oknadalur - Heini F. Petersen greiðir frá

แชร์
ฝัง
  • เผยแพร่เมื่อ 1 ก.ค. 2024
  • Sunnudagin hin 23. juli í 2023, var túrur gjørdur til Oknadals.
    Fari var við báti úr Sandavági.
    Tað var kyrt í sjónum, tað hvíttaði ikki á nøkrum tanga
    Tá komi var útfyri Oknadali, var siglt inn í Oknadalsgjógv, har báturin var bundin.
    Við á ferðini yvur, var skjótt 87 ára gamli Heini F. Petersen, fyrrverandi lærari og rithøvundur í Sandavági. Sum hevði fingið í boði, at koma ein seinasta túr í Oknadal. Har hann kundi greiða frá ymiskum í sambandi við fjallgongu, broytingar í rakstri og rættir, fyrr og nú.
    Eisini greiður Heini frá, hvussu gjørt var, í sambandi við torvskurð, lutastaðin og tá torvi var ført heim í bygdina við báti.
    Seinast Heini var í Oknadali, var í 2014, tá til gongu um Reynabrúgv og Skarð.

ความคิดเห็น •