Bussurin hjá Bygdaleiðum kolaðist upp eftir 25 minuttum

แชร์
ฝัง
  • เผยแพร่เมื่อ 5 ต.ค. 2024
  • Bussurin hjá Bygdaleiðum kolaðist upp eftir 25 minuttum
    Manni Høgnesen, sum er bussførari hjá býbussunum í Klaksvík, stóð júst parkeraður skamt frá bussinum hjá Bygdaleiðum.
    Eg fjasaðist við skeltið á mínum bussi, tí eg skuldi fara í rutu og skuldi broyta skeltið. Klokkan er tá umleið 20 minuttir í níggju. Tá eg einaferð hyggi upp, síggi eg at nógvur roykur er frammanfyri bussin hjá mær, so eg helt eina løtu at tað var eldur í mínum bussi.
    So varnist eg at tað er eldur í bussinum hjá Bygdaleiðum, ið stendur parkeraður einar tríggjar fýra metrar frá mínum bussi.
    Tá er klokkan 9.45, tað bleiv skjótt ein ógvusligur eldur. Eg hugsaði beinanvegin, at tað kemur fyri at bussførarnir leggja seg at sova á aftasta setrinum í bussinum, so eg leyp inn í farstøðina at vita, um maðurin var har inni, jú, hann lá har.
    Tað gekk øgiliga skjótt, longu tá klokkan var10.10 var bussurin útbrendur í einum ógvusligum frammuhavi, sigur Manni Høgnesen, bussførari hjá býbussunum í Klaksvík.

ความคิดเห็น •