Alex Bærendsen & Kristina Bærendsen - Sum Ein Roykur (Live)

แชร์
ฝัง
  • เผยแพร่เมื่อ 5 ก.ย. 2024
  • Orð: Óli Reinert Lag: Stephen C. Foster
    1. Sum ein roykur, í stilli man standa,
    so er menniskjalívið á fold;
    vinur, skilir tú ikki tín vanda?
    Tínir javnlíkar leggjast í mold.
    Niðurlag: Sum ein roykur, ið burtur man tynnast,
    eru menniskjans stokkutu ár;
    brátt her eingin oss longur skal minnast,
    sum ein skuggi er ungdómsins vár.
    2. Hvørt eitt lív er sum grasið, ið følnar,
    tað um summarið stendur so frítt;
    kinnin reyða so brádliga kølnar,
    deyðin kemur og krevur skjótt sítt.
    3. Hetta eina tú gjølla kanst síggja:
    Ikki altíð tú vera skalt her;
    søk tí Gud og ei longur hann skýggja!
    Hann hin trúfasti vinurin er.
    4. Undan Guds dómi kann ikki flýggjast;
    Jesus gera kann hjarta títt reint;
    skjótt skal lívssólin longur ei síggjast,
    men í dag er tó ikki ov seint.
    5. Nú brátt deyðin og tú skulu hittast,
    allar staðir hann finna teg kann;
    vilt tú tá til Guds Himmal upp lyftast,
    trúgv á blóðið, á Golgata rann!
    6. Blóðið, sum allar syndir kann tváa,
    rann hin dagin á Golgata træ,
    og tað er fyri einki at fáa fyri tann,
    sína synd hevur sæð.
    Live frá Jólakonsert 27.12.2014
  • เพลง

ความคิดเห็น • 2

  • @lars-gunnarolsson7460
    @lars-gunnarolsson7460 4 ปีที่แล้ว

    Tá eg hoyri hetta, leingist mær aftur til Føroya! Som svensk känner jag stark längtan

  • @kollaakestaa.5793
    @kollaakestaa.5793 4 ปีที่แล้ว +1

    Beautiful sad old country melody! THANK YOU for posting the lyrics with the Christian vibe! This is the beautiful Faroese singer with her dad, right? She should be a worldwide superstar! 'Have heard her singing the melody with original English lyrics, but these lyrics are WAY BETTER. Pentacostals can't be all bad if she's one!